| Hvat kostar tað at tinglýsa? | 
 | 
a. Skeyti: 
1% av keypsprísinum  samb. LØGTINGSLÓG NR. 8 FRÁ 26. FEBRUAR 2006 sum seinast er broytt við LØGTINGSLÓG NR. 156 FRÁ 23. DESEMBER 2015 + kr. 1.000,-  samb. LØGTINGSLÓG NR. 63 FRÁ 10. JUNI 2008 
b. Leigusáttmálar: 
Kr. 1.000,- 
c. Úttøkur: 
Kr. 1.000,- 
d. Hjúnasáttmálar: 
Her verða víst 3 dømi: Um annar  hjúnafelagin einsamallur eigur ognina og hin hjúnafelagin  skal standa fyri allari ognini  er kostnaðurin 1%  av virðinum  + kr. 1.000,- Um báðir hjúnafelagirnir standa fyri ognini  og tann eini einsamallur skal standa fyri allari ognini er kostnaðurin 1% av ½  av virðinum á ognini + kr. 1.000,- Um ognin bara skal skrásetast sum serogn hjá tí hjúnafelaga, sum er skrásettur sum eigari av ognini er tinglýsingargjaldið  kr. 1.000,- Hesir hjúnasáttmálar  skulu allir góðkennast av Ríkisumboðnum Hjúnasáttmáli,  sum verður gjørdur áðrenn hjúnalag , skal ikki góðkennast av Ríkisumboðnum. 
e. Gávubræv: 
1% av virðinum av ognini + kr. 1.000,- 
f. Byrða (servituttur): 
Kr. 1,000,- Um ein ogn skal tinglýsast sum serogn, kann hetta bert lýsast við einum hjúnasáttmála ella einum gávubrævi. 
g. Lániskjøl: 
1% av upphæddini + 1.000 kr. 
  
 | 
|   | 
| Hvat kostar tað at avlýsa skjøl? | 
 | 
Tað kostar einki av avlýsa eitt skjal og heldur ikki at avmarkað ein veðrætt.  | 
|   | 
| Hvussu verður goldið?  | 
 | 
Gjaldast skal kontant ella peningurin flytast á  konto í P/F BankNordik  6460-1725221 og P/F Eik Bank  9181- 1752911. Móttøkan á Umhvørvisstovuni tekur ímóti Visa korti.  | 
|   | 
| Hvussu verður eitt skeyti skriva? | 
 | 
Eitt skeyti  skal innihaldi: Fráboðara (tann, sum skeyti skal sendast aftur til), matrikulnummar, seljara, keypara, p-tal ella v-tal hjá keypara, keypspening, byrðu, um nøkur er, dagfesting, lesiligar undirskriftir, tvey lesilig sannunarvitni harav navn, starv og fullur bústaður skal framganga.  
   | 
|   | 
| Er tað neyðugt at nýta sakførara ?  | 
 | 
Nei, men hetta ráða vit fólki til  | 
|   | 
| Hvussu setur ein virðið á ognini ? Skal tað vera tað reella virðið? | 
 | 
Ja  | 
|   | 
| Um eini hjúnarfelagin stendur fyri húsinum, hvussu fæst hin parturin at standa sum eigari eisini? | 
 | 
Tað kann gerast við skeyti ella hjúnasáttmála  | 
|   | 
| Kann ein ómyndigur fáa, keypa, selja ella veðseta ogn? | 
 | 
Ja, men loyvi  skal frá Ríkisumboðnum og undirskrift frá einum verja  | 
|   | 
| Hvat pant er í ávísum bilum/maskinum /bátum (leysafæ)? | 
 | 
Pant í leysafæ verður skrásett í persónbók undir navnið debitors. 
Bert bátar undir 5 br.tons.  | 
|   | 
| Hvussu long er avgreiðslutíðin ? | 
 | 
Avgreiðslutíðin kann verða 10 dagar,men vit gera alt fyri at avgreiða skjølini so skjótt sum gjørligt.  | 
|   | 
| Kann mítt skjal  verða tikið framum hini?  | 
 | 
Skjøl verða ikki tikin framum, tey verða avgreidd í tí rekkjufylgju tey koma inn.  | 
|   |